P I A N I S T


Wed, May 27
|Klingran
Klassiskir norðurlendskir sangir á døgurða
Sopran, Hlín Leifsdóttir Klaverspælari: Eva Þyrí Hilmarsdóttir
Time & Location
May 27, 2026, 12:15 PM
Klingran, Færeyjar
About the event
Hlín Leifsdóttir er ein viðurkend íslendsk klassisk sopran og eitt virðislønt spoken word-skald. Seinastu árini hevur hon búð í Grikkalandi, har hon hevur luttikið í nógvum operaframførslum og festivalum fyri samtíðartónleik og spoken word. Harumframt hevur hon framført nógv kring heimin og fingið rós frá kritikarum fyri sína serstøku, kensluríku rødd og síni sterku tulkingarevni. Hlín flytur seg ómakaleyst millum operu, listasang, nýklassiskan tónleik og eksperimenterandi spoken word.
Nú framførir hon fyri fyrstu ferð í Føroyum á einari fjálgari middagskonsert í Klingruni. Áhoyrarar kunnu gleða seg til nøkur av vakrastu verkunum úr norðurlendsku vokaltónleikatraditiónini við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen, Jean Sibelius, Edvard Grieg og Jón Leifs.
Konsertin gevur eisini áhoyrarunum innlit í modernaðu spoken word-listina eftir Hlín við tveimum frumframførslum, sum hava íblástur úr felags mentanararvinum í Íslandi og Føroyum. Tekstirnir hava íblástur úr søguni um Hrafna-Flóka, sum læt dóttrina vera eftir í Føroyum, og úr tíðarleysu søguni um Ólaf Liljurós og og tey fjaldu fólkini.
Kom og njót eina ókeypis konsert í døgurðatíðini – til ber at keypa mat og drekka í matstaðnum Tita.